12 Apríl 2009
Vit fingu enn ein javnleik ímóti einum av favorittunum til meistaraheitið

Liðið hesuferð: Jákup Mikkelsen, Steffan Kalsø, Heðin á Lakjuni, Jógvan Isaksen, Oddmar á Lakjuni, Eli Simonsen, John Hammer, Erland Danielsen, Ivan Joensen, Kristoffur Jakobsen og Adriann Stauss
Dagføring: Dysturin er nú liðugur og innskifti Tórður Lervig hevur javnað til endaligu støðuna 2-2.
Dagføring: 80 minuttir og KÍ hevur gjørt tvær útskiftingar. Inn er komnir Leon Bjartalíð fyri Steffan Kalsø og Allan Joensen fyri Adriann Stauss. Eli hevur haft eitt gott fríspark. Víkingur hevur ikki lagt seg aftur at verja
Dagføring: 65 minuttir spældir og Víkingur hevur lagt seg á odda 2-1 við tveimum málum uppá ein minutt. Suni Olsen og Finnur Justinussen hava skorað
Nú er hálvleikur á Injector Arena og KÍ er á odda 1-0.
Dysturin hevur verið javnur í fyrra hálvleiki við kjansum til báðar partar. Ivan Joensen hevur fingið einasta málið eftir frálíkt upplegg frá Kristoffur Jakobsen.
Vikingur er tó væl við og tað er einki avgjørt á Injector Arena...






