2. deild menn tapti tepurt við Margáir ímeðan tvey av teimum trimum 3. deildarliðunum vunnu sínar fyrstu dystir

Næstbesta liðið hjá KÍ tapti 4-3 ímóti EB/Streymi í gjár. Redaktiónin hevur ikki fingið uppspurt hvør skoraði málini hjá KÍ. Um liðið kann sigast at tað er sera ungt og nógvi evnaríkir leikarar spæla við.

Fyrsta umfarð varð eisini í 3. deild og har hevur KÍ heili trý lið við í ár. KÍa vann óvanliga sannførandi 19-1 ímóti NFÍb. Allir komu á máltalvuna, eisini málmaðurin Karsten Joensen, ið skoraði uppá brotsspark. Henry Heinesen, Kristian Olsen og Jón Jacobsen fingu allir nøkur mál í part.

KÍb, ella sokallaða Viðareiðisliðið, tapti ímóti 1-0 ímóti AB.

KÍc vann 3-2 ímóti NSÍb. Málini fingu Gunnleif Bjartalíð (2) og Jákup Hansen.