Vágamennirnir tóku av sigrinum tá vit ikki megnaðu at skora uppá okkara kjansir

Tað var kalt, men turt, í veðrinum tá KÍ tók ímóti 07Vestur í kappingini um løgmanssteypið á Injector Arena. Talan varð um ein torføran dyst tí KÍ hevði eina lítla favorittrollu á sær eftirsum teir leiktu ímóti upprykkjarunum 07Vestur.

Liðið hesuferð: Jákup, Steffan, Leon, Oddmar, Jógvan, Eli (Arnold), John, Erland, Heðin (Ovi), Ivan (Adrian) og Kristoffur

Leon kom inn fyri ein skaddan Rudolf á vinstra bakki. Annars var uppstillingin eins og ímóti NSÍ.

KÍ átti fyrra hálvleik og skapti tríggjar sera góðar kjansir. Eli spældi heilt væl og fordeildi góðar bóltar frá miðjuni. Heðin hevði gott skot sum rakti stongina og málmannin. Kristoffur fekk eina super stikning inn- og uppum verjuna og gjørdist hann púra einsamallur, men hann lobbaði tíverri uppum bæði málmann og mál. Farið varð til hálvleiks við støðuni 0-0.

Í hálvleikinum var gott at fáa ein heitan kaffimunn, sum smádreingirnir seldu í samband við at teir skulu danmarkarferð í summar.

Seinni hálvleikur gjørdist eitt satt vónbrot. 07Vestur skoraði tvey skjót mál og síðan varð dysturin í roynd og veru av. Djordjevic gjørdi nakrar útskiftingar, men tær fingu ikki tann ætlaða virknaðin.

Serliga tað fyrsta málið var sera gott. Holgar Djurhuus fintaði seg hegnisliga ígjøgnum verjunia og avsluttaði kalt ímóti Jákup. Stutt eftir gjørdist støðan 2-0 eftir fríspark og tá fór luftin úr KÍ leikarunum.

Vit fingu tó bóltin í 07Vestur málið, men tað var kolldømt fyri rangstøðu og tað var helst í ordan.

Í yvirtíðini fekk 07Vestur mál til 3-0 eftir kontraálop.

Vit eru nú úti av kappingini um løgmanssteypið og hava bert landskappingina at hugsa um. Næsti dystur er 2. páskadag ímóti meistarafavorittunum Víkingi á Injector Arena.