07 Apríl 2009
Framyvir verða spurningar settir til vitjandi á ki.fo, sum síðani verða viðgjørdir her á síðuni
Byrja varð við at spyrja um úrslitið ímillum NSÍ - KÍ og har varð greið tala. 80 % væntaðu ein javnleik, 6 % ein NSÍ sigur ímeðan 14 % væntaðu ein KÍ sigur. Tað varð um reppið at KÍ vann dystin, men NSÍ kom væl aftur og fekk javnað til endaliga úrslitið 1-1
Næsta spurnarumfarð varð hvør KÍ leikari hevði staðið seg best við Løkin í Runavík. Jógvan Isaksen fór avstað við 18% av stemmunum, men í hølinum á honum var John Hammer við 13% og teir báðir Heðin á Lakjuni og Steffan Kalsø við 11.5% hvør.
Tað er eingin ivi um at ungi Jógvan Isaksen hevur ein einastandandi góðan kjans at etablera seg í miðverjuni í ár. Tað sum talar fyri einum jaligum kappingarárið hjá honum er, at hann hevur livandi og spælandi legenduna Jákup Mikkelsen beint aftanfyri seg. Harumframt hevur hann gott fótbóltsskil og sum so nógvir aðrir á liðnum í ár er hann eyðmjúkur og nærlagdur. Hetta eru alt eginleikar, ið eru góðir at hava um ein ætlar sær nakað innan fótbóltin.
John Hammer spældi eisini ein fínan dyst og søgan líkist nógv tí hjá Jógvan. John hevur fingið møguleikan á miðjuni í ár og eftir avrikinum ímóti teimum royndu NSÍ leikarunum, so er gott í væntu frá honum.
Tað sær út til at venjararnir hava fingið fremsta eginleikan fram í leikarunum og tað er stríðsviljin. Stríðsviljin er munurin á framgongd og afturgongd, á suksé og fiasko. At so nógvir leikarar eru uppfostraðir í felagnum og sum harvið kenna týdningin av at umboða Klaksvíkar Ítróttarfelag, Klaksvíkina og allar Norðuroyggjar eru víst við til at halda stríðsviljanum uppi.






