Venjararnir hava nærum allar mans tøkar til dystin í morgin á Injector Arena ímóti 07Vestur

Fyrstu veruligi dysturin hjá okkara besta liði á Injector Arena verður skírisdag. Uppflytararnir úr vágunum koma norð til ársins fyrsta steypadyst.

Aleksandar Djordjevic sigur at Sørmund Kalsø og Jan Andreasen heldur ikki verða við í morgin orsakað av skaða. Sørmund hevur ein fiburskaða og er so smátt byrjaður at venja aftur. Annars eru allir hinir tøkir.

Vágamennirnir hava bert Jóan Petur á Stongunum úti vegna skaða.

Dysturin á Injector Arena byrjar kl. 15.00