05 Apríl 2009
Okkara garpar kempaðu seg til javnleik ímóti meistarafavorittunum við Løkin

Fyrsta liðuppstillingin hjá fremsta mansliðnum er einki minni enn ein kollvelting í mun til í fjør. Hóast tað spældi KÍ fult upp við NSÍ, ið av mongum verður roknað sum ein av favorittunum at vinna meistaraheitið í ár.
Liðið hesuferð:
Jákup Mikkelsen, Steffan Kalsø, Rudolf Eliasen, Oddmar á Lakjuni, Jógvan Isaksen, John Hammer, Eli Simonsen, Erland B. Danielsen (Leon Bjartalíð), Ivan Joensen (Allan Joensen 78), Heðin á Lakjuni (Arnold Joensen 90) og Kristoffur Jakobsen.
Taktiskt stillaði liðið í eini 4-3-3 skipan í álopsstøðu og 4-5-1 í verjustøðu.
Stórar og umfatandi broytingar eru á KÍ liðnum í ár, sum vit eisini hava skrivað um áður. Øll bakk ketan er nýggj, miðjusamansetingin er eisini nýggj og álopsketan eisini. Kristoffur roynir seg fyri fyrstu ferð i fleiri ár heilt frammi í álopinum. Einastu leikararnir, ið eru vanir at leika har teir leiktu í gjár, vóru Heðin á Lakjuni og Jákup Mikkelsen.
Dysturin ímóti NSÍ varð fyrsta veruliga royndin hjá nýggja liðnum við nýggju venjarunum Jákup og (Sir) Alex og sigast má at karakterurin er góðkendur. Venjararnir hava veruliga lagt orku í verjupartin og hetta sást aftur. NSÍ hevði lítið at bjóða uppá og varð nakað so tóku Steffan, Rudolf, Oddmar og Jógvan sakina í egnar hendur og fingu beint bóltin av vandaleið. Jákup í málinum stýrdi framúr frá aftasta skansa - fyri ungar og óroyndar verjuleikarar er Jákup gull verdur.
Fyrri hálvleikur varð sera góður sæð við KÍ brillum. Okkara menn lógu omaná og hetta gav eisini úrslit beint undan farið varð til hálvleiks. Kristoffur fær eina stikning fram ígjøgnum miðjuna og útplaseraði róliga klaksvíkingin Meinhard Joensen í NSÍ málinum. 1-0 til KÍ og fjeppararnir við bláu bylgju á odda á lofti.
Ein kundi vænta at NSÍ leikararnir fóru at fáa ein umgang í venjaranum og verða meira áleypandi í seinna hálvleiki. Hetta bleiv eisini so. NSÍ leikararnir vóru grammari og lógu tættari í okkara monnum. Tíverri gav hetta eisini úrsit. Hin klaksvíksingurin á NSÍ liðnum, Hjalgrím Elttør, vísti hvør dugur er í honum tá hann javnaði til støðuna 1-1.
Myndina eigur Kjartan Madsen.
Summa summarum eitt gott liðavrik har menn kempaðu fyri sakini. Eisini sást at liðið hevur nógv potentiale í sær.
Næsti dystur er skírisdag í kappingini um Løgmanssteypið. Dysturin er ímóti 07 Vestur á Injector Arena.






