Venjararnir eru tættir um uppstillingina til fyrsta landskappingardystin við Løkin í morgin

Tað er góður sigur innan flest øll kortspøl at halda kortini tætt inn at kroppinum, og henda sið hava venjararnir tikið til sín. Redaktiónin setti seg í samband við Jákup Mikkelsen at fregnast um uppstilling til ársins fyrsta landskappingardyst.

Ilt varð at lirka nakað úr fryntliga málverjanum, ið tó kundi avdúkað at hann sjálvur fór at standa ímillum stengurnar ímorgin.

- Vit er sera spentir uppá fyrsta útidystin, og vit vita at tað verður ein torfør uppgáva, ið bíðar okkum. NSÍ er eitt sera gott lið, ið hevur verið í toppinum í nøkur ár nú.

- Vit eru eitt ungt og nýtt lið sum hava tørv á allari hjálp frá okkara áskoðarum í morgin, sigur ein fúsur Jákup Mikkelsen at enda.

Dysturin við Løkin í Runavík byrjar kl. 17.00.