Landskappingin í 3. deild byrjar leygardagin 11. apríl. KÍ hevur trý lið við í ár og øll venja saman

Veningartíðirnar hjá 3. deild liggja mána- og hóskvøld kl. 21.00. Trý KÍ-lið eru meldaði til í ár og tey venja øll somu tíð. Hetta skuldi vónandi tryggja eina góða uppmøting til venjingarnar har dystir ivaleyst verða á skránni.

Allir menn, ið hava ætlanir um at venja við í ár, eru vælkomnir í kvøld kl. 21.00 á Injector Arena. Tað frættist frá venjaratoyminum at lagt verður sámuliga út :)

Tey trý liðini kallast lítið yvirraskandi KÍa, KÍb og KÍc. Hesi hava hvør sín ábyrgdarpersón knýttan at, og teir eru ávíkavist Manni Høgnesen, Henry Heinesen og Jóhann Lutzen.

Landskappingin byrjar sum sagt 11. apríl, so nú er at bretta upp um ermar, støva gaggurnar av og erstatta kakuformin við atletiskan fullkominleika :)