Skriva títt navn í nýggju KÍ-bókina

Image
Gomul KÍ-liðmynd

 

Klaksvík Ítróttarfelag er farið undir arbeiðið at skriva søguna um felagið. Kendi rithøvundurin Árni Dahl er settur at taka sær av arbeiðinum, og úrslitið verða tvær bøkur, har fyrra bókin kemur út í heyst.

Nú kanst tú verða við til at skriva søgu. Við at gjalda eina upphædd, kanst tú stuðla arbeiðnum og fáa títt navn fest á blað í nýggju KÍ-bókini. Eisini fært tú eitt eintak av nýggju bókaútgávuni, tá ið hon kemur út.

Formaðurin, Tummas Lervig sigur um KÍ bókina:

"KÍ hevur verið undangongufelag í føroyskum ítrótti í meira einn hundrað ár. Tí er tað týdningarmikið, at vit skriva okkara søgu, og harvið varðveita søguna til tey, sum koma eftir okkum her í felagnum og í lokaløkinum."

Rithøvundurin Árni Dahl er royndur og hevur skriva fleiri søguligar bøkur. Árni Dahl kennir eisini felagið og lokaløkið, og samstundis kann hann eygleiða tað eitt sindur uttanífrá, tí seinastu mongu árini hevur hann ikki búð í Klaksvík.

Norðya Sparikassi stuðlar arbeiðnum at skriva søguna um Klaksvíkar Ítróttarfelag. "Tað hevur verið avgerandi fyri okkum, at eitt møguligt avlop verður nýtt til at menna ungdómsarbeiðið hjá KÍ og harvið tryggja framtíð felgsins.", sigur Eyðfinn Reyðberg, sparikassastjóri.

Avlopið av útgávuni av KÍ søguni fer óskert til ungdómsarbeiðið í felagnum. KÍ og Norðoya Sparikassi hava gjørt eina formliga avtalu um, at avlopspeningurin skal brúkast til at betra um umstøðunar hjá teimum ungu spælarunum í KÍ. Ein nevnd er sett at gera tilráðingar um, hvussu peningurin verður nýttur á rættan hátt.

Kostnaðurin er kr. 2.000 og peningurin skal flytast á konto í Norðoya Sparikassa: 98651039630 - Viðmerkjast skal: Kí-bókin

Til ber eisini at printa niðanfyristandandi pdf-fílu út og lata seðilin inn í Norðoya Sparikassa.

Linki er her: http://www.ki.fo/images/kibokin.pdf