15 Mars 2009
Reyðsvørtu havnamennirnir vunnu 2-0 á KÍ og EB/Streymur smurdi B36 av

Tveir dystir vóru á skránni í dag í Klaksvíkskappingini. Fyrst varð spælt um triðja plássið og tann dysturin stóð ímillum EB/Streym og B36. Veðrið var einki serligt í fyrra hálvleiki við nógvum vindi og regni. Tó við nøkrum sólglottum. Sundalagsmennirnir vóru omaná allan dystin og góðu hvítsvørtu havnamonnunum buksivatn. Úrslitið gjørdist 5-1 til EB/Streym.
Síðani varð finaludysturin leiktur. Veðrið varð blivið betur og sólin skein.
Liðið hesuferð:
Eilef Arge
Leon Bjartalíð Jógvan Isaksen Sørmund Kalsø Rudolf Eliasen
John Hammer Erland B. Danielsen
Ivan Joensen Eli Simonsen Kristoffur Jakobsen
Arnold Joensen
Dómarin hevði ikki meir enn bríkslað dystin í gongd so lá bólturin í KÍ málinum. Bólturin stakk innum verjuna og Sørmund fekk eina fibur og fekk ikki fylgt aftaná Fróða Benjaminsen, ið ótarnaður kundi seta bóltin í netið til støðuna 1-0. Nakað aftaná fekk HB fríspark uttanfyri KÍ brotsteigin og Rasmus Nolsøe smekkaði bóltin flott í netið til 2-0. Henda støðan helt restina av dystinum. HB vann finaluna uppiborðið.
Varaborgarstjórin Jógvan Skorheim handaði vegna Klaksvíkar kommunu steypið til HB liðskiparan Fróða Benjaminsen.
Myndina hevur Heðin Weihe tikið






