14 Mars 2009
Tað verða javnaldrarnir og arvafíggindarnir ið skulu dystast í finaluni um Klaksvíkskappingina

Tveir dystir vóru á skránni í dag. Fyrst leiktu meistararnir EB/Streymur ímóti silvurvinnarunum úr HB. Hendan dystin vann HB sannførandi 3-1. Tað tóktist sum um havnamennirnir vildu sigurin meir enn sundalagsmennirnir. Heilt fitt av sundalagsfjepparum vóru møtt upp at stuðla teirra liði, men tíverri, fyri tey, batti einki. Málini fyri HB fingu Rógvi Poulsen, Andrew av Fløtum og Christian Mouritsen. Málið fyri EB/Streym fekk Bárður Olsen

Seinni dysturin var ímillum KÍ og B36.
Liðið hesuferð:
Jákup Mikkelsen
Steffan Kalsø Jógvan Isaksen Sørmund Kalsø Rudolf Eliasen
Eli Simonsen John Hammer
Ivan Joensen Erland B. Danielsen Kristoffur Jakobsen
Adrian Stauss
Adrian Stauss fekk reyða kortið um miðjan fyrra hálvleik, men tað var kortini KÍ, sum legði seg á odda. Kristoffur Jakobsen fekk málið. Ein skuldi trúð at B36 síðan fór at fáa alt spælið, men soleiðis var tó ikki. Í seinna hálvleiki vóru nógvar broytingar gjørdar og merkti hetta eisini dystin. At enda fekk B36 eitt horna har Róaldur í besta Scholes-stíli fekk eitt gott skot inná Jákup Mikkelsen, ið bert fekk hálvbjargað og har stóð Rúnar í Lon Jacobsen, ið ótarnaður kundi smekkað bóltin í kassan til støðuna 1-1. Lítið av tíð restaði tá í og eftir at dómarin bríkslaði dystin av, varð farið til brotsspørk. B36 misnýtti øll síni trý brotsspørk uppá skammiligasta vís, ímeðan KÍ skoraði øll trý.

Hetta merkir at HB og KÍ leika finalu í morgin kl. 15.00, ímeðan EB/Streymur og B36 leika um 3. plássið kl. 13.00
Myndirnar hevur Heðin Weihe tikið.






