12 Mars 2009
Lutakastið um hvør skal møta hvørjum verður seinnapartin í dag og kunngjørt í 3-2 sendingini í kvøld
Um viðrar verður Klaksvíkskappingin um vikuskiftið og tað eru ávíkavist EB/Streymur, HB, B36 og KÍ sum luttaka í ár.
Innbjóðingar eru farnar út til feløgini og fjølmiðlarnar.
Av tí at stórdystur verður í Onglandi leygardagin ímillum Manchester United og Liverpool kl. 12.45 verður fyrsti dysturin í Klaksvíkskappingini bríkslaður í gongd kl. 15.00 og tann næsti kl. 17.00
Nevndin í KÍ hevur til fánýtis roynt at fingið enska fótbóltssambandið at útsett Man U - Liverpool dystin :)






