KÍ-veteranurin sum helvtina av lívi sínum hevur myndað høgru síðu á fremsta liðnum hjá KÍ - fyllur fýrati ár í dag.
Image
Harley, dygst úti í høgru, sum vit minnast hann
John William Joensen, næstformaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag skrivar:
 
-
 
 Eg minnist rættuliga væl fyrstu ferð vit møttust.

- Eg var bert sjey ára gamal og spældi ein dagin á runuplenini uttanfyri hjá Kitty og Polaba á Bumshamri.
Meðan eg og Kurt spæla ”uppá tvey mál” kemur ein drongur í einlittari treningsdragt,, við tveimum strípum niður eftir síðuni, rennandi oman eftir bønum sunnanfyri húsini hjá Bai.

- Kurt – sum altíð hevur havt framúr góð evni at meta um fótbóltseginleikar hjá øðrum leikarum – segði avgjørdur: Hasin drongurin eitur Harley – tey eru júst flutt til Klaksvíkar. Hann er framúrgóður málverji!

- Orðini hjá Kurt vóru kanska ikki so løgin – tí stóra fyrimyndin hjá dreingjum í Klaksvík var Jógvan Linklett og tí vildu vit allir verða málverjar.

Fyrsti dysturin
Í 1988 kom Harley fyrstu ferð á KÍ liðið í dysti í Fuglafirði. Árið eftir var hann við tá 2.lið hjá KÍ leikti søguliga dystin ímóti VB í Klaksvík, tá 1.deildarhópurin hjá KÍ noktaði at spæla. VB tapti óvantað 2-0 og er hettar uttan iva ein tann minningarríkasti dysturin hjá Harley.
Harley var ein av stammuleikarunum á KÍ liðnum sum vann KÍ meistaraheitið í 1991 eftir 19 ár við ongum meistaraheitið og eisini tá KÍ vann greipuna í 1999. Seinastu 20 árini eru tað sera fáir dystir har Harley ikki hevur verið partur av KÍ hópinum.

Hjartaliga tillukku við degnum
John William Joensen