04 Mars 2009
Okkara menn vóru í Sarpugerði í gjárkvøldi. Við sær undir leirvíksfjørð fingu teir ein 0-0 javnleik. Hóast úrslitið ber boð um ein keðiligan dyst, var talan ikki um ein slíkan. Liðið stóð seg heilt væl ímóti einum eftirhondini væl samanspældum og meistaraskapsjaktandi Víkinga liði.
Liðið hesuferð:
Jákup
Steffan Sørmund Jógvan Rudolf
Allan
Kristian Eli John Ivan
Adrian
Á bonkinum: Rói, Álvur, Niels Pauli, Arnold, Jan, Erland, Ikki við: Heðin, Ovi, Tórur, Oddmar, Ári, Eilif, Kristoffur, Bjarki, Leon
Víkingur er eitt gott lið,ið hevur haft somu stammu í nøkur ár. Teir vístu hetta í verki og vóru omaná í fyrra hálvleiki, uttan tó at kre'era seg til teir stóru kjansirnar. Í seinna hálvleiki komu okkara leikarar betri við og høvdu onkrar naskar málroyndir.
Samansetingin á okkara liði sær hampuliga fornuftig út. Vit hava nógvar ungar svangar leyvur, síðani nakrar rutineraðar rottur og hetta verður krydrað við nøkrum einstøkum leikarum í miðtjúgunum.
Annars verður ein nýggjur leikari at síggja til næstu Vodafone-venjing á Injector Arena hóskvøldið kl. 18.00. Talan er um fuglfirðingin Bárður á Lakjuni. Bárður hevur leikt við KÍ fyrr og tey sum minnast hann, kenna hann sum ein vinstrabeintan leikara við góðum tekniskum førleikum. Bárður venur við í eina tíð og so fæst at síggja um venjaratoymi meta hann hava neyðuga støði til okkara lið.






