03 Mars 2009
Countrykongurin Hallur Joensen trínur á pall í KÍ høllini leygarkvøldið 4. apríl. Aftrat sær hevur hann eitt harkalið av royndum og dugnaligum tónleikarum, ið heilt víst fara at fáa høllina at kóka.
Úr rúgvuni av slagarum, ið Hallur Joensen Band fara at borðreiða við eru: Kiss an angel goodmorning, Speed of the sound of loneliness og Seven spanish angels.
Serstøk bussleið verður etablera one-night-only (Fuglafjørður-Gøta-Leirvík-Klaksvík tur/retur)
Meira verður at frætta um nágreiniligu skránna seinni
Fyriskipari er Klaksvíkar Ítróttarfelag






