01 Mars 2009
Tað sum serliga stendur eftir eftir venjingardystin ímóti EB/Streym er hvussu væl vit kunnu spæla fótbólt um vøllurin er góður. Tað er er bart út sagt deprimerandi at vita, at vit hava umleið Føroya ringasta vøll í Klaksvík, har gott fótbóltsspæl nærum er ógjørligt tí vøllurin er so ójavnur. Hetta kostar okkum óivað stig!
Liðið hesuferð: Jákup Mikkelsen (málm), Rudolf Eliasen (hb), Sørmund Kalsø (mv), Jan Andreasen (mv), Jógvan Isaksen (vb), Arnold Joensen (hv), Eli Simonsen (mið), Erland Danielsen (mið), Kristoffur Jakobsen (vv), Ivan Joensen (ámið) og Adrian Stauss (á). Á bonkinum vóru Eilif Arge, Steffan Kalsø, Oddmar á Lakjuni og Tórur Lervig
Taktiskt stillaðu vit við eini 4-4-1-1 líknandi uppstilling har Ivan lá beint aftanfyri Adrian í álopinum. Heðin á Lakuni, Kristian á Lakjuni, Allan Joensen og Ovi Nysted vóru ikki við vegna skaðar og forfall.
Fyrri hálvleikur við Margáir vísti hvussu góðar fótbóltsleikarar vit eiga, serliga á miðvøllinum. Erland, Ivan, Eli og Kristoffur hyggaðu sær við góðum smáspæli og domineraðu miðjuna í fyrra hálvleiki. Vit áttu eitt straffi tíðliga í dystinum, sum av órannsakiligum orsøkum ikki varð bríksla fyri, eftir at Adrian klárt og tíðuliga var skumpaður niður eftir frálíkt innlegg frá Arnold úr høgru. Nakað seinni sendi Arnold eina Laudrup-líknandi stikning til Adrian soleiðis at hann einsamallur fór stórleypandi ímóti málmanninum, sum tó lá omaná eftir orrustuna.
Verjan, undir leiðslu av Jan Andreasen, hevði gott tamarhald á impenerandi álopsketuni hjá EB/Streymi, ið telur so fragar menn sum Arnbjørn Hansen, Sorin Anghel, Hans Paula Samuelsen og nú eisini Santos.
Jan hevði lærusveinin Sørmund Kalsø undir liðuni í miðverjuni og kom hann væl frá dystinum. Í seinna hálvleiki mátti hann tó út tá hann gjørdist púra groggy eftir eitt slag í høvdið. Jógvan Isaksen riggaði væl á vinstra bakki. Rudolf Eliasen, sum hevur orku fyri tveir, hevði gott tamarhald á Santos og riggaði samanspæli ímillum Rudolf og Arnold væl.
Ungi og fryntligi skálamaðurin Erland B. Danielsen vísti tenn í seinna hálvleiki tá hann smekkaði til úr 25. metrum og bólturin brast á tvørstongina. Erland er nýggjur á KÍ-liðinum í ár og hevur hann tikið øll við storm. Eitt er sikkurt - á Skála duga tey at uppæla fólk og haraftrat góðar fótbóltsleikarar
Jákup Mikkelsen er bara Jákup Mikkelsen - orð eru óneyðug.
Í seinna hálvleiki tók EB/Streymur so líðandi yvir og fingu teir eitt mál sum Arnbjørn Hansen skoraði eftir gott uppspæl úr høgru. EB/Streymur er eitt sera gott lið og spurningurin er hvør kann standa teimum kurl í vodafonedeildini.
Eilif kom inn fyri Jákup, Tórur kom inn fyri Adrian, Steffan kom inn fyri beiggjan Sørmund og Oddmar kom inn fyri Jógvan. Allir gjørdu ein fínan innsats. Tórur mátti tó út aftur eftir at hann lendi óheldugt á øklinum eftir ein stútara á EB/Streyma málið.
Alt í alt ein fínur dystur og tað er so smátt fari at síggjast at venjingarstøðan er um at koma í rættlag hjá fleiri av leikarunum. Venjararnir Jákup og Sir Alex telva framvegis við ymiskum uppstillingum og samansetingum.
Týskvøldið verður aftur venjingardystur á skránni tá vit leika ímóti Víkingi.






