26 Februar 2009
Liðini bæði høvdu ein hálvleik í part har tey skoraðu tvey mál hvør. Sostatt endaði dysturin 2-2. KÍ sat á tí mesta í fyrra hálvleiki og formanssonurin Tórur Lervig fekk bæði málini. Tað fyrra varð eftir at Adrian varð feldur í brotssteiginum og straffi var. Tórur setti bóltin trygt í kassan. Næsta málið kom eftir innlegg har Tórur var hægstur og stútaði bóltin í kassan.
Okkara menn mundu hava etið eitthvørt giftigt, tí teir vóru hamskiftir tá teir komi innaftur á vøllin. AB fekk yvirtakið og skoraðu síðan tvey mál.
Frálíkar dystarfrásagnir eru at finna á norðlýsinum og á bláubylgju
Ein javnleikur var í ordan. Mennirnir fingu 90 minuttir í beinini og næsti dystur er leygardagin við Margáir ímóti føroyameistarunum EB/Streymi.






