25 Februar 2009
Víkingur var á vitjan í gjár og fingu vit ein góðan og undirhaldandi dyst at síggja
Sera nógv fólk vóru møtt upp til dystin og tað sæst av álvara at áhugin ímillum fólk er stórur. Gøtumenn løgdu bragligari út og tá farið varð til hálvleiks stóð 2-0 til Víking.
Okkara menn stríddu seg tó til tvey mál í seinna hálvleiki. Tað fyrsta kom beinavegin í seinna hálvleiki. Gott kombinatiónsspæl endaði við at Kristoffur Jakobsen kundi seta eina Jon Dahl Thomasson-líknandi innarusíðu á bóltin í netmeskarnar. Seinni hálvleikur stóð KÍ fyri tí mesta, tó at Víkingur hevði nakrar næskar royndir, og 2-2 bleiv støðan í endanum av dystinum. Fleiri aðrir kjansir vóru eisini til bæði mál nr. 3 og 4 hjá okkum.
Í kvøld er aftur venjingardystur á skránni tá AB kemur á vitjan. Veðurlíkindini eru góð so væntandi verða aftur nógv fólk á Injector Arena í kvøld til kick-off kl. 18.30






