Týskvøldið vitjar Víkingur á Injector Arena og mikukvøldi vitja argjamenn

Tað frættist úr KÍ leguni at ætlanin er spæla við hvør sínum liði ímóti ávíkavist Víkingi og AB. Tað eru 25 mans til venjingar, so tað er ingin trupulleiki at stilla við tveimum liðum og hetta verður so roynt í vikuni.

Aleksandar Djordjevic sigur at tað er bert Sigmund Jacobsen, ið ikki er tøkur. Sigmund hevur trupulleikar í lærkrikanum, men er byrjaður at renna úti aftur. Hann hevur styrkt um lærkrikan í Yndi-fitness í eina tíð. Onkrir aðrir smásnuddir eru eisini her og der í hópinum, men kortini ikki nakað av týdningi.

Dysurin ímóti Víkingi verður týskvøldið 24. februar kl. 18.30 á Injector Arena og dysturin ímóti AB verður mikukvøldi 25. februar kl. 18.30.