Tær báðar Anna Maria og Anja eru sera spentar og ætla at seta spónina í greytin fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag

Image
Fv. Anja Samuelsen og Anna Maria Dahl

Anna Maria og Anja koma at taka sær av samskipanini av barna- og ungdómsfótbóltinum um vikuskiftini. Nógv ymskt praktiskt er at taka sær av og við setanini av Anju og Annu Mariu er hetta lagt í trygga legu.

Tær eru báðar ábyrgdarfólk fyri fótbólt hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag.

- Hetta er púra nýtt fyri okkum, men vit eru sera spentar at sleppa í gongd við arbeiði. Vit hava ymiskt vit kundu hugsa okkum, ið virkaði betur og tað skulu vit eisini fáa gjørt, siga nýggju nevndarlimirnir í Klaksvíkar Ítróttarfelag.