17 Februar 2009
Formaðurin staðfesti og fegnaðist um at Klaksvíkar Ítróttarfelag er mest vinnandi felag í landinum

Ímillum uppmøttu fundarluttakararnar var formaðurin í mentanarnevnd Klaksvíkar býráðs, Jógvan Skorheim. Formaðurin í KÍ hevði boðið honum til fundar og fingu teir eisini eitt gott prát aftaná fundin
Niðanfyri endurprenta vit formansfrágreiðingina:
Formansfrágreiðing 2008
til aðalfundin tann 16. februar 2008
Innleidningur
Staðfestast kann at Klaksvíkar Ítróttarfelag framhaldandi er eitt tað størsta ítróttarfelagið í landinum og í 2008 gjørdist KÍ eisini mest vinnandi felag í landinum á fótbóltsíðuni við heili sjey gullheiðursmerkjum og á hondbóltssíðuni har Stjørnan vann greipuna og U23.
Fíggjarparturin
Fíggjarligi parturin í felagnum hevur verið tungur seinastu árini og í somáta varð 2008 einki undantak. Úrslitið vísur eitt hall uppá 240.000 kr. Hetta kemst av óvæntaðum útreiðslum, sum eru nærri greinaðar í rokniskapinum. Hetta er als ikki nøktandi og felagið hevur tískil tikið neyðug stig at rætta uppá hetta. Nevndin arbeiður við at mannað eina trýmanna nevnd, sum skal hava ábyrgdina av øllum fíggjarligum viðurskiftum felagsins.
P/F KÍ høllin
Fyri KÍ høllina hava rakstarætlanirnar hildið seg til tað sum mett var, og hevur høllin á hvørjum árið givið yvirskot. Stóri eftirspurningurin eftir hondverkarum hevur havt við sær at nýggju skiftingarrúmini hjá fótbóltsliðunum í kjallarnaum eru nógv seinkaði. Her vóru avsettar umleið 800.000 krónur til hetta arbeiði sum eftir nýggjastu ætlanunum skal takast í brúk í vár. Í summar var nýtt gólv lagt á í KÍ-høllini og var samlaði kostnaðurin fyri hetta arbeiði um 900.000 krónur. Samanumtikið hongur raksturin av KÍ-høllin saman og greiði málsetningurin, sum bleiv settur út í kortið í 2005 um at allir partar í KÍ høllini skulu gjalda leigugjald - hevur gjørt tað møguligt hjá KÌ høllini fyri fyrstu ferð, síðan høllin var tikin í brúk fyri 40 árum síðan, klárar at fíggja egnar íløgur ítróttini at frama
Venjarar
Vit kunnu fegnast um at KÍ hevur ein breiðan hóp av ungdómsvenjarum harav fleiri hava verið venjarar í yngru deildunum í nógv ár. Í yngrapartinum er umráðandi at hava gott samband við foreldur. KÍ er eitt stórt felag við einari rúgvu av liðum. Hvørt vikuskifti skal eitt stórt “maskinarí” í gongd, og hvønn dag eru nógvar venjingar. Nógv fólk nýta stóran part av sínari frítíð og orku í felagnum, og nógv ungdómur og vaksi fólk brúka størsta partin av frítíðini í virksemið hjá felagnum. Tað er umráðandi alla tíðina at fáa heildina at virka, soleiðis at gerandisdagurin kann ganga uttan stórvegis trupulleikar. Hetta eydnaðist eisini rímuliga væl í ár. Tað hava verið onkur smávegis, men tað vil so vera, tá talan er um so nógv ymisk fólk, sum arbeiða saman.
Samskifti
Heimasíða felagsins, ki.fo, er vorðin alsamt meiri týðandi amboð hjá felagnum í strembanini at røkka limum, fjølmiðlum og almenninginum annars. Her verða løgd tíðindir, dystarfrásagnir og generell kunning um felagið. Vitjanirnar á ki.fo fóru í januar uppum 8.000 og hyggja vit meira nágreiniliga at vitjanunum sæst at kaga verður eftir ki.fo úr øllum heraldshornum. Umframt norðanlondini hava vit vitjanir frá Amerika, Bretlandi, Qatar, New Zealand, Pólland, Týskland, og Litava fyri bert at nevna nøkur.Hugt verður allatíðina eftir at betra samskiftið ímillum leiðslu og limirnar hjá felagnum og ætlanir eru eitt nú um at kunna um ymisk KÍ-viðurskifti í hálvleikinum tá formulaheimadystir eru.
Bláa Bylgjan
Eg kann sum formaður ikki halda eina formansrøðu uttan at nevna Bláu bylgju. Fjepparafelagið hjá KÍ er heilt einfalt vorðin ein av grundarsteinunum undir felagsskapinum vit kalla Klaksvíkar Ítróttarfelag. Fjepparafelagið setur veruliga dám á tá heimadystir eru við teirra frálíka uppbakning, teir skipað fyri tiltøkum og heimasíðan, blaabylgjan.com, stuðlar sera væl undir at skapa góðan stemning rundan um felagið. Teir skulu hava eina stóra tøkk fyri tað ómetaliga týdningarmikla arbeiði teir gera.
Fótbóltur 08
Fótbóltsárið 2008 byrjaði eins og undanfarin ár við Klaksvíkskappingini og í ár var var eisini skipað fyri eini kapping fyri bestu dreingjaliðini í landinum ”John Reid kappingin”, har kappast var leygarmorgun – sama vikuskiftið sum Klaksvíkskappingin varð fyriskipað.Umleið 130 fótbóltsleikarar luttóku í John Reid Kappingini og Klaksvíkskappingini og sambart siðvenju var Klaksvíkar Býráð vertur. Borgarstjórin handaði steyp til vinnandi liðini og harafturat var býráði vertur fyri eini buffét á loftinum í KÍ-høllini sum serliga var ætlað leikarum, leiðarum, sponsorum og fólkið við tilknýti til luttakandi feløgini.
Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari felagsins hevði eina framløgu fyri viðhaldsfólkum. KÍ og EB/Streymur leiktu finaluna – sum EB/STR vann. HB vann John Reid Kappingina. Fyri fýra árum síðan varð tosað um at avtaka Klaksvíkskappingina - tí áhugin fyri kappinini var so sum so, men felagði valdi at taka hond um kappingina og við at lyfta umstøðurnar hjá luttakandi liðunum upp á eitt høgt støði – er áhugin fyri kappingini í dag rættuliga stórur. Í hesum sambandi fara vit at takka dómarum og øllum teimum mongu hjálparfólkunum hjá KÍ sum hava gjørt tiltakið áhugavert. Eisini ein heilsan til Klaksvíkar Býráð fyri vælvild og gott samstarv.
Formuladeildin endaði sum nummar átta í fjør eftir eitt umskiftandi kappingarár. Liðið lá tungt í stigatalvuni alt kappingarárið og hóast góð úrslit inn ímillum – eitt skiftið var liðið ósigrað í 10 dystum - so sluppu vit ongantíð veruliga undan botnstríðinum. Í summarsteðginum avgjørdi felagið at keypa toppskjúttan á landsliðnum, Rógva Jacobsen, frá norska felagnum Hødd og kom hetta í lag eftir sera gott samstarv við stuðlar felagsins. Tíanverri fekst ikki full nytta burtur úr hesum samstarvinum, tí Rógvi bleiv alla seinru hálvu plágaður av skaða og spældi ikki støðugt. Vantandi úrslitini førdu síðani til at høvuðsvenjari felagsins, Eyðun Klakstein, segði seg úr starvið og Petur Mohr tók við sum høvuðsvenjari seinastu umførini. Hóast umstøðurnar kring formulafótbóltin í Klaksvík eru millum tær bestu í landinum – har felagið saman við sponsorum hava lagt stóra orku í – so hava úrslitini seinastu árini als ikki verið nøktandi. KÍ hevur tó altíð hildið fast við eitt sera breitt ungdómsarbeiði og er leiðslan sannførd um at leiðin fram er fyrst og fremst at byggja uppá egnar spælarar.Eins og undanfarin ár skipaði KÍ fyri fótbótltskúla í august har ungdómsvenjari frá Real Madrid luttók. Skúlin er fyri gentur og dreingir í aldrinum 10-16 ár og í ár luttóku eini 80 ungdómar á skúlanum og umleið 12 venjarar úr ymiskum feløgum luttóku eisini.
Ein av stóru útreiðslupostunum hjá felagnum hevur verið keyp av bóltum og ein stórur trupuleiki hevur eisini verði stóra svinni av bóltum. Fyri fyrstu ferð í ár hevur KÌ roynt eina skipan har yngstu leikarar felagsins keyptu ein venjingarbólt frá felagnum.
Vinnarar
KÍ er mest vinnandi felag í 2008 við sjey gullmerkjum: 1.deild kvinnur vunnu greipuna. Gentur 14-17 ár vunnu steypakappingina. Gentur 12-14 vunnu greipuna. Smápiltarnir gjørdust føroyameistarar. Oldboys gjørdust somuleiðis føroyameistarar. Stjørnan vann greipuna og U23.
Umframt gullheiðursmerkini, vunnu dreingirnir silvur í FM kappingini og Unglingarnir silvur í steypakappingini, har vit taptu finaluna eftir brotssparkskapping. Gentur 14-17 ár vunnu bronsu í landskappingini.
Samanumtikið eru úrslitini í yngru deildunum sera góð samanborin við onnur feløg og hóast vit høvdu ynskt at vunni enn fleiri gull á mannfólkasíðuni so eru vit við í fremstu finalunum og verða vit hepnari í avgerandi dystunum fara vit eisini at vinna fleiri FM heiti.
Tað er vert at nevna at elsti aldursbólkurin á dreingja síðuni – Unglingarnir – hava seinastu fimm árini spælt allar steypafinalurnar - harav tvær eru avgjørdar við brotssparkum.
Fyri at vit framhaldandi kunnu hava eitt mennandi umhvørvið í yngru deildunum er altavgerandi at vit hava góðar og áhaldandi ungdómsvenjarar, og sum áðursagt, eiga vit fleiri sum seinastu mongu árini hava ár um ár hava gjørt eitt sera gott arbeiði – á baði mans og kvinnusíðuni.
Í hesum sambandi vilja vit geva einari serligari kvinnu eitt herðaklapp. Umframt at maðurin eisini hevur verið felagnum og ungdóminum ótroyttiligur so hevur hon verið í mong ár fram til 2007 fastur fúsur á gull liðnum hjá KÍ-kvinnunum. Haraumframt er hon framhaldandi ein av stuðulsleikarunum á gull liðinum hjá Stjørnuni og hevur sum venjari í yngru kvinnudeildunum vunnið gull í seks ár á rað. Harumframt er hon eisini í dag venjari hjá ungdómsliðunum hjá Stjørnuni. Bára og Eyðun eru eitt gott dømi um eldsálir, ið ein felagskapur sum KÍ hevur notið gott av.
Dómarar
Eisini er at fegnast um at á dómarasíðuni eigur felagið fleiri góðar dómarar, sum taka dómaragerningin í fullum álvara. Millum annað eiga vit hjálpardómarar í formuladeildini, umframt at allir heimadystir felagsins, sum eru eini 500 í tali, verða dømdir av vaksnum dómarum í dómarabuna.
Tað er eisini stuttligt at staðfesta at tá ungdóms-landsliðini verða útikin til altjóða kappingar er ungdómur felagsins sera væl umboðaður og serliga í 2008. Sum dømi kunnu vit nevna at á U-17 landsliðnum høvdu vit seks landsliðsleikarar.
KÍ kvinnur
Kvinnurnar luttóku í Evropa Cup í Litava har tær kappaðust móti meistaraliðum úr Ungarn, Russlandi og Litava. Samanumtikið var talan um eitt gott úrslit tí hóast tær taptu stórt móti Russum – so er russiska liðið millum tey fýra sterkastu í Evropa. Dystin móti Ungarn taptu tær eisini, men móti Litavisku meistarunum fingu KÍ-kvinnurnar javnleik eftir at hava verið afturút 0-2. Havast skal í huga at hópurin hjá kvinnununum var skerdur og fyri nógvar av leikarunum var hetta fyrsta Evropa-Cup luttøkan. Í ferðalagnum til litava vóru 22 fólk harav 15 leikarar.
Stjørnan
Stjørnukvinnurnar luttóku í Evropa Cup. Mótstøðuliðið vóru meistararnir úr Montenegro Slovan Duslo Sala. Semja varð gjørd um at leika báðardystirnar í Klaksvík og fekk Stjørnan rós frá EHF fyri góða fyriskipan av dystunum.Sum kunnugt, so hava kvinnurnar fyri góðari viku síðani triðja árið á rað vunnið steypakappingina og harvið steypið til ognar. Nú fara vit eftir meistaraheitinum, og sum er, liggja vit væl fyri.
Betrandi karmar
Í inniverandi árið hevur felagsskapurin gjørt íløgur í karmarnar í høllini fyri næstan tvær milliónir krónur og við nýggja samstarvinum við YNDI–FITNESS verða karmarnar fyri ítróttina munandi betri í 2009 enn teir vóru í 2008 og er leiðslan sannførd um at megnað vit at standa saman við ítróttarungdómi felagsins eru framtíðarútlitini hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag sera góð.
KÍ søgan
Felagið tók støðu til í vár at fara undir verkætlanina at fáa KÍ søguna festa á blað. Avtala varð gjørd við Árna Dahl at skriva søguna og í dag eru umleið 400 bókasíður skrivaðar. Tíðarskeiðið er frá 1904 fram til 1979. Umframt stuðlar verður møguleiki hjá fólki at stuðla bókaútgávuni við kr. 2.000 og harvið fáa sítt navn skriva í bókaverkið umframt at signerað og nummererað bók verður latin ókeypis. At enda vilja vit takka øllum teimum mongu sum dagliga stuðla og virkað felagnum at frama.
Tummas Lervig, formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag






