Klaksvíkar Ítróttarfelag og Føroya Tele hava gjørt samstarvssáttmála fyri 2009

Image
Sørmund Kalsø, Rudolf Joensen og Ivan Joensen

 

Nógvar fyritøkur sýna KÍ áhuga tá talan er um at gera samstarvssáttmálar. Hesir sáttmálar innihalda ásetingar, ið geva fyritøkum ávís rættindi mótvegis KÍ ímóti at tær lata eina ávísa peningaupphædd fyri rættindini.

Føroya Tele er ein teirra, ið hevur gjørt av at gera ein sáttmála við Klaksvíkar Ítróttarfelag. Sáttmálin er fyri árið 2009.

- Vit eru sera fegin um sáttmálan og eg vænti at báðir partar koma at kenna seg væl í samstarvinum framyvir, sigur Jóhann Lutzen, stjóri í Sp/f KÍ