08 Februar 2009
Leiðslan í KÍ hevur í eina tíð arbeitt við at tryggja raksturin av felagnum. Í hesum sambandi hevur millum annað verið hugt at útreiðslusíðuni. ÍF gav eitt tilboð sum KÍ ikki kundi siga nei til. Feløgini eru samd um ikki at upplýsa innihaldi í sáttmálanum.
Tummas Lervig, formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag sigur at sølan av Rógva er í trá við gongdina í felagnum síðstu tíðina.
- Fíggjarliga fyritreytirnar í samfelagnum eru sera nógv broyttar bara teir síðstu mánaðirnar og hetta hava vit eisini merkt í KÍ. Vit mugu heilt einfalt laga okkum eftir versnandi fíggjarligu umstøðunum. Samstundis vil eg takka Rógva fyri gott samstarv og ynski honum góða eydnu í ÍF.






