Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur gjørt samstarvsavtalu við Yndi fitness

Image
Tummas Lervig og Jákup Jacobsen

 

Tummas Lervig, formaður í KÍ sigur at nýggja tilboðið í KÍ høllini passar sera væl við virksemi felagsins.

- Fyri KÍhevur tað haft týdning at fáa eitt konsept sum passar væl saman við ítróttarliga partinum av felagnum.

- Við at hava ein felagsskap sum Yndi fitness inni í høllini hava vit eisini fingið pláss fyri ítróttarligum virksemi - sum ikki bara hevur við fótbólt og hondbólt at gera - og samstundis verða ítróttini at frama.

- Harafturat er gjørt avtala um at fremstu ítróttarfólk felagsins fáa venjing frá Yndi fitness

- Avtalan lættir eisini um raksturin av felagnum og vit fegnast stórliga um ta ovurhonds góðu móttøku, sum hetta nýggja átakið í KÍ høllini hevur fingið