26 Januar 2009
Menn eru í holtur við at taka reklamurnar niður kring vøllin

Innaru bandarnir skulu umvælast, reklamur skulu snøðgast og eisini er neyðugt við eini dagføring av flestu lýsingaravtalunum.
Menn frá KÍ eru í løtuni í holtur við at taka reklamurnar niður. Tær verða síðani beindar oman undir skýlið har tær liggja væl.
Ætlanin er síðani at kommunan ger innaru bandarnar í stand har tað er neyðugt. Samstundis verða avtalurnar dagførdar við lýsarar og eisini trongja nakrar reklamur at snøðgast. Síðani verða reklamurnar eftir ætlan hongdar upp aftur áðrenn Klaksvíkskappingina, ið verður vikuskiftið 14. og 15. mars






