16 Januar 2009
Tað er ungdómsvenjarin Jóan Pauli Jacobsen, ið hevur til uppgávu at finna venjarar til ymsu liðini hjá KÍ. Á manssíðuni eru allar deildir dekkaðar inn við venjarum uttan høvuðsvenjari hjá dreingjum.
Á kvinnusíðuni eru enn bert venjarar funnir til gentur 12-14. Sostatt mangla venjarar til pinkur, gentur 10-12 ár og gentur 14-17 ár.
Um tað er nakar, ið hevur áhugað at gerast venjari, so er bara at seta seg í samband við Jóan Paula Jacobsen á tlf. nr. 599545






