Í ár verður vælumtøkta Klaksvíkskappingin leygardagin 14. mars og sunnudagin 15. mars

Image
Frá Klaksvíkskappingini 2008
 

 

Eins og undanfarin ár skipar Klaksvíkar Ítróttarfelag fyri Klaksvíkskappingini. Liðini, ið verða við umframt KÍ, eru føroyameistararnir úr EB/Streymi, silvurvinnararnir úr HB og bronsuvinnararnir úr B36.

Seinnu árini eru tað ikki bert liðini, ið hava mynda Klaksvíkskappingina, men eisini hevur verið skipað fyri pallborðsfundum har ymisk viðkomandi evni eru tikin upp til kjak. Eftir ætlan verður skráin nøkunlunda at líkna við undanfarin ár. 

Í ár verður Klaksvíkskappingin vikuskiftið 14. mars og 15. mars.

Meira verður at frætta seinni um nágreiniligu skránna.