Klaksvíkar Ítróttarfelag ynskir øllum limum, hjálparfólkum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól

 

KÍ hevur eitt stórt virkisøkið og spennur víða. Nógv fólk varða av ymsu táttunum í felagnum og uttan hesi varð felagskapurin eingin. 

Árið 2008 royndist væl í ungdómsdeildunum har stóra talið av íðkandi gentum og dreingjum, saman við fleiri føroyameistaraheitum og medaljum gevur felagnum vón um at framtíðin er væl tryggjað. 

Kvinnurnar í Klaksvíkar Ítróttarfelag er nakað heilt fyri seg og eru stoltleiki felagsins. Í ár vunnu tær meistaraheitið níggjunda árið á rað. Tær ætla longu nú at fara eftir evropa-metinum av vunnum meistaraheitum í trekk. Harumframt vunnu tær steypakappingina. Kvinnurnar eru longu byrjaðar aftur at styrkivenja í Yndi fitness.

Mennirnir høvdu eitt misjavnt kappingarár. Fremstu mennirnir endaðu í niðara endanum á stigatalvuni og venjaraskifti varð eisini. Útlendingarnir royndust sum heild væl, men verða teir ikki at síggja í hópinum framyvir. Felagið hevur saðlað um og fer at loyva teimum ungu leikarunum í felagnum framat. Teir eru nógvir í tali og hava longu víst at teir eru svangir til styrkivenjingarnar í Yndi fitness. Í hesum truplu fíggjarligu tíðum er harumframt óráðiligt við útlendingum, ið sjálvsagt seta trýst á raksturin í felagnum. Nýtt venjaratoymi stendur við róðrið komandi ár og vónandi fáa teir ein blíðan byr.

Bláa bylgjan varð endurstovnað í 2008 og hetta merktist heilt væl í felagnum, sum setur ómetaliga stóran prís uppá tað stóra arbeiðið, ið Bláa bylgjan leggur fyri dagin. 

Kí stuðlar í Tórshavn vóru ikki seinir at veita felagnum eina hjálpandi hond. Frálíkt og flott av teimum.

Næstbestu mennirnir megnaðu ikki at tryggja sætið í 1. deild og mugu næsta ár eina rók niður at búleikast. Vónandi kunnu teir flyta upp aftur næsta kappingarár.

Kjallarin hevur staðið í ger í rúma tíð. Ætlanin er at kjallarin skal nýtast sum skiftingarrúm og arbeiðið er komið væl áleiðis. Ætlanin er at skiftingarrúmini verða tikin í nýtslu áðrenn kappingarnar byrja.

Nú valdar friður um jólini...