KÍ og Rógvi eru blivin samdir um at sáttmálin, ið annars skuldi ganga til ultimo 2010, gongur út 31. desember 2008

Image 

 

Døpru fíggjarligu útlitini í Føroyum og ikki minst í Norðoyggjum merkjast eisini í Klaksvíkar Ítróttarfelag. Leiðslan arbeiðir í løtuni við at tryggja felagnum haldgóðan rakstur framyvir.

Í hesum sambandi hava leiðslan í KÍ og Rógvi verið í samráðingum síðstu tíðina og eru komin ásamt um at steðga sáttmálanum frá á nýggjárinum at merkja.