17 Desember 2008
The three amigos - Símun Joensen, Erling Fles og Atli Danielsen - venja við KÍ fyri tíðina

Nú er tann tíðin komin, tá ið útisetar og onnur, sum kunnu, vitja heim at halda jól saman við sínum kæru.
Tveir mans, sum eru væl kendir á besta KÍ-liðnum, hava í løtuni tilhald uttanlands, har teir nema sær hægri útbúgving.
Erling Fles og Atli Danielsen eru í løtuni føroyskir útisetar í Keypmannahavn, har teir eisini røkja sínar fótbóltsførleikar í donskum kappingum.
Erling er við á føroyska fótbóltsliðnum í Danmark – ÍF Føroyar – sum luttekur í einum av hægru seriudeildunum har, og Erling hevur heldur ikki gloymt, hvar málið stendur, tí tað, vit hava frætt, so hevur hann gjørt nøkur mál fyri ÍF Føroyar í seinastuni.
Atli Danielsen ger enn meira við fótbóltin, tí hann er í dag ein av føstu monnunum á besta liðnum hjá fótbóltsfelagnum Frem, sum spælir í donsku 1. deild.
At Atli klárar seg framúr væl hjá Frem, kann ikki vera nakar ivi um, tí hann er júst kosin til árins leikara hjá felagnum – ein heiður, sum venjarar hansara hava givið honum, so talan er um kvalifiseraða meting av kvalitetunum hjá Atla.
Saman við Símuni Joensen vandu teir báðir, Atli og Erling, við Formulahópinum í vikuni, tá ið vit hugdu inn á gólvið.
Símun Joensen roynir í løtuni sjólívið, men hann er heima í løtuni og kann sostatt halda jól heima.






