12 Desember 2008
Fitt verður skrivað í miðlunum um leikarar, ið hava traðka sínar barndómsskógvar í Klaksvíkar Ítróttarfelag - hesaferð Todi Jónsson

Eyðun Klakstein frá sosialinum skrivar soleiðis:
Todi Jónsson hevur fingið pláss á lista hjá Ekstrablaðnum, sum hevur funnið fram til størstu profilarnar í donsku Superliguni í fótbólti.
Todi er ein tann sterkasti álopsspælarin í superliguni nakrantíð. Tað heldur danska Ekstrablaðið, sum hevur gjørt ein lista við teimum størstu profilunum í superliguni gjøgnum árini. Ekstrablaðið heldur, at fyrrverandi danski landsliðsspælarin Ebbe Sand er størsti profilurin, sum hevur leikt í Superliguni.
Síðani hevur blaðið gjørt ein lista við 100 leikarum, og ein av teimum á listanum er fyrrverandi KÍ leikarin Todi Jónsson, sum er nummar 76.
- Todi er ein av strerkastu álopsspælarunum í søguni hjá superliguni. Føroyingurin var skjótur á fótum og á avtrekkjaranum, skrivar Ekstrablaðið






