Formulaliðið og kvinnurnar byrja at venja

Formulaiiðið fer nú undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár. Fyrstu tíðina fer venjingin fram í Yndi Fitness, sum er flutt inní hølið har KÍ-cafein var.

Venjingartíðirnar hjá formulaliðnum eru hesar:
Týskvøld kl. 18 (helvtin) og kl. 19 (helvtin)
Fríggjakvøld kl. 18 (helvtin) og kl. 19 (helvtin)

Kvinnurnar byrja eisini at venja nú, og fara tær somuleiðis at byrja sínar venjingar í Yndi Fitness. Tær koma at venja hvørt mikukvøld kl. 18.