Ungi miðvallarin av Skála skrivaði í gjárkvøldið undir við KÍ

Image
Erland tekur seg væl út í KÍ troyggjuni
 

 

Erland er 18 ára gamal og hevur leikt á fremsta mansliði hjá Skála í trý ár, har hann hetta kappingarárið hevur bitið seg fastan á miðvøllinum. Erland er harumframt eisini fastur fúsur á U-19 landsliðsmiðvøllinum har hann hevur leikt saman við m.a okkara egnu Jógvan Isaksen og Páll Klettskarð, ið nú er í FC Amager. 

Sagt verður um Erland at hann er ein sera evnaríkur leikari, ið við røttu venjingini, innstillingini og neyðugum hepni kann koma heilt langt innan fótbóltin. Sjálvur sigur Erland við KÍ-heimasíðuna at hann er sera spentur uppá hesa avbjóðingina og ikki meir enn hevði hann skriva undir sáttmálan, tá hann spurdi nær venjingarnar byrja. 

Tað er ikki einans Formula-hópurin, ið fær gleði av Erlandi, men eisini unglingarnir tí hann hevur aldur til unglingadeildina eitt ár afturat.