Umboð fyri KÍ fara á eftirmetingarfund sum FSF skipar fyri

Fundurin er ætlaður eftirmeting v.m. í hægru deildunum hjá monnum, meðan eftirmeting av kvinnufótbólti og ungdómsfótbólti verða á øðrum fundum. 

Feløgini kunnu senda trý umboð hvør til fundin. Talan er um formann/næstformann, høvuðsvenjara/hjálparvenjara umframt eitt umboð afturat frá hvørjum felagi.

Ætlanin er at feløgini viðgera eftirmetingina av vaksnamannafótbólti við 27 umførum í Formuladeildini og 1. deild hjá monnum, skipan av vaksnamannafótbólti í framtíðini og egnum leikarum v.m., hetta arbeiði skal gerast í bólkum og síðani leggjast fram. Eftir hetta ger Kappingarnevndin av, um arbeiðast skal víðari við málunum.

Eftirmetingarfundurin verður í FSF-húsinum leygardagin 8. november kl. 10.00.