01 November 2008
Síðan venjararnir blivu settir hevur KÍ arbeitt við at endurskoda sáttmálarnar til næsta kappingarár.
Kristoffur Jakobsen hevur gjørt sáttmála við KÍ næsta kappingarár.
Tummas Lervig, formaður í KÍ sigur vid heimasíðuna, at hann er sera gladur fyri at hava gjørt sáttmála vid Kristoffur.
- Tað er av stórum týdningi, at okkara egnu leikarar stødast og trívast í felagnum og hetta fara vit at leggja stóran dent á framyvir, sigur ein fúsur Tummas Lervig






