Kringvarpið tosaði við nýggju KÍ venjararnar, Aleksandar Djordjevic og Jákup Mikkelsen 

Image
Aleksandar, Jákup og Kári

Venjaratoymi hjá fremsta mansliði felagsins eru longu í andglettinum. Kári Sólstein, ið er vertur í morgunsendingini Góðan Morgun Føroyar, hjá Kringvarpi Føroya hevði leitað sær norður til Klaksvíkar at gera samrøðu við Jákup og Aleksandar.

Venjararnir søgdu seg hava gott mót uppá komandi kappingarár og farið verður í gongd við fyrireikingarnar í næstum.