Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur gjørt sáttmála við Jákup Mikkelsen og Aleksandar Djordjevic um at taka sær av formulaliðinum kappingarárið 2009

 

Image
Formaðurin og venjararnir

Petur Mohr gjørdi greitt at hann ikki ynskti at halda fram sum venjari næsta kappingarár. Leiðslan í KÍ hevur í eina tíð arbeitt við at loyst venjaraspurningin og ymsir møguleikar hava verið uppi og vent.

Tummas Lervig, formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag fegnast um at Jákup og Aleksandar hava játta at tikið við sum venjarar.

- Vit blivu spurdir um vit høvdu hug at taka okkum av formulaliðnum og tað taka vit báðir sum eina æru. Vit halda okkum hava nógvar góðar og evnaríkar spælarar og vit eru longu byrjaðir at fyrireika okkum til komandi ár. Vit hava báðir eina trúgv uppá at vit kunnu fáa nakað burturúr, siga teir báðir Jákup Mikkelsen og Aleksandar Djordjevic í stuttari viðmerking.