26 Oktober 2008
Petur Mohr tók við venjarastarvinum hjá KÍ síðstu 6. dystirnar av kappingarárinum 2008. Setningurin var at tryggja KÍ framhaldandi sess í bestu deildini í Føroyum og tað eydnaðist. Petur Mohr hevur gjørt greitt at hann ikki ynskir at halda fram sum venjari næsta kappingarár
Leiðslan hevur í eina tíð arbeitt við at finna nýggjan venjara og venjaraspurningurin verður eftir ætlan avgreiddur í komandi viku.






