Veðrið var av tí allar ringasta og dómarin bríkslaði formuladystin av, hóast báðir liðskipararnir vildu halda fram

Ótrúliga loyalu KÍ fjeppararnir høvdu leitað sær í Sarpugerði at stuðla KÍ liðinum. Veðrið varð sera ringt við nógvum vindi, regni og til tíðir heglingi. Hóast hetta so leikaðu fjeppararnir óført í og róptu á okkara dreingir.

Liðið hesuferð: Jákup, Harley, Sørmund, Jan, Milic, John, Allan, Eli, Ári, Kristoffur og Steffan

Á bonkinum: Ivan, John, Álvur, Bjarki

Heðin á Lakjuni og Ovi Nysted høvdu leikbann. Rógvi Jacobsen og Sigmund Jacobsen eru skaddir í lærkrikanum og tískil ikki tøkir. Rodrigo hevur brotið hondina og varð tískil ikki við. Joe Zewe var eisini skaddur.

Dysturin varð sera nógv merktur av vindi ta tíðina leikararnir vóru í gongd. Víkingur fekk ein sera góðan kjans í byrjanini av dystinum, men Jákup bjargaði meistarliga. Aftan á hetta hevði KÍ yvirtakið og spældi skilagott frameftir vøllinum, hóast vindurin gjørdi tað sera torført.

Dómarin valdi at bríksla dystin av tá einir 40. minuttir vóru leiktir. Liðskpararnir á báðum liðum, Jákup Mikkelsen og Niclas Niclasen, vildu annars halda á, men dómarin gjørdi av at dysturin ikki kundi spælast. Síðani runnu leikararnir skjótt inn í skiftingarrúmi til eitt heitt brúsubað

Sum tað sæst á liðuppstillingini byrjaðu 6 heilt ungir leikarar inni og teir smæddust ikki burtur. 

Sørmund Kalsø byrjaði sín fyrsta dyst á fremsta KÍ liðinum henda dagin. Hann spældi fínt og slapp sær skilagott av við bóltin. Spennandi verður at fylgja honum í framtíðini. 

Enn er ikki avgjørt um dysturin skal spælast umaftur.