Árliga limaveitslan verður leygardagin 25. oktober í Fortuna

Sama dag spælir KÍ sín síðsta landskappingardyst í 2008 ímóti Víkingi í Sarpugerði.

Tey sum melda seg til limaveitsluna sleppa bæði til og frá dystinum ókeypis í bussi. Bussurin fer ein tíma aðrenn dystarbyrjan og fer beinleiðis til Fortuna eftir dystin har bæði turt og vátt bíðar. Veitslan verður frá kl. 18.00 til kl. 21.00.

Troubadururin og guitarsnillingurin Mannbjørn Anthoniussen fer at undirhalda við sangi og guitarspæli.

Kostnaðurin er 250 kr. og makar gjalda 150 kr.

Tilmeldingin fer fram hjá Eyðun T (tlf: 599540), Hans Jacob (tlf: 599542) ella Jóan Paula (tlf: 599545)