Petur Mohr tapti sín fyrsta dyst á heimavølli, men KÍ heldur fram í Formuladeildini næsta ár

KÍ tapti 1-0 ímóti NSÍ í dag. Ári Samson gjørdi sjálvmál í 10. minutti eftir at Hjalgrím Elttør legði ein bólt innfyri frá vinstru. Hóast tapi er tað stutta av tí langa at KÍ spælur í formuladeildini næsta kappingarár. B71 tapti nevniliga 1-0 ímóti Víkingi á Sandi. 

Dysturin varð annars javnur har KÍ royndi at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið, men onki batti. Petur Mohr, venjari hjá KÍ hevur sostatt tapt sín fyrsta dyst á heimavølli.

Úrslitini lagaðu seg annars soleiðis at EB/Streymur gjørdist Føroyameistari fyri fyrstu ferð í søgu felagsins. Klaksvíkar Ítróttarfelag ynskir EB/Streymi hjartaliga tillukku við heiðrinum.