21 Oktober 2008
Framúr ágrýtnu KÍ fjeppararnir hava nógv á skránni nú landskappingin er um at verða liðug

Jan fegnast saman við leikarum og fjepparum
KÍ spælir sín síðsta heimadyst í formuladeildini ímóti NSÍ í dag. Bláa Bylgjan ætlar í hesum sambandi at skipa fyri hugnaløtu í Café KÍ eftir dystin.
Bláa Bylgjan ætlar at heiðra einum KÍ leikara, ið hevur tænt felagnum serliga væl.
Á myndini, sum Norðlýsið eigur, sæst Jan Andreasen fegnast eftir at hann skoraði avgerðandi málið ímóti B71.






