21 Oktober 2008
Fesk upptakt nú bert tveir tímar undan enn einum lagnudysti

Talan er um sera tydningarmiklan dyst fyri bæði liðini. KÍ kann beina allan niðurflytingariva av vegnum við at fáa ein javnleik. NSÍ hinvegin má hava trý stig um teir skulu hanga í medaljustríðnum.
Landsliðið hevur spælt tveir dystir og tískil hevur verið landskappingarsteðgur síðan 5. oktober, tá vit vunnu 4-2 móti ÍF.
Venjingarnar hava gingið væl, har menn hava kempa fyri sínum plássi á liðinum. Hjá KÍ hevur Jan Andreasen leikbann og Sigmund Jacobsen er skaddur og verður ikki við.
Sum skilst hevur NSÍ allar mans til taks, harímillum klaksvíkingin Hjalgrím Elttör.
Bláa bylgjan fær tíverri ikki skipa fyri upphiting til dystin, men fjeppararnir verða mannsterkir til dysti.
Myndina eigur Norðlýsið






