Armarnar niður dreingir og gerið klárt til NSÍ um tvær vikur

Image
ÍF armur á bóltinum í yvirtíðini
 

 

Spenningurin var í hæddini undan dystinum tí úrslitið hevði stóran týdning fyri bæði liðini. KÍ kundi vinna seg eitt fet nærri bjargingini ímeðan ÍF kundi beina allan iva um niðurflyting av vegnum. KÍ fór avstað við øllum, men tað sá svart út tí einu løtuna.

Liðið hesaferð: Jákup, Harley (Álvur 77. min), Ovi, Milic, Sigmund, Jan, Allan, Eli, Heðin (Heðin 70 min.), Rógvi, Rodrigo

Málveitsla varð á Injector Arena í dag har trý mál komu í yvirtíðini. Fyrri hálvleikur royndist javnur við støðukríggi á miðjuni. Fáir kjansir vóru í fyrra hálvleiki. KÍ legði seg á odda tá umleið hálvur tími varð leiktur. Rodrigo breyt eitt uppspæl hjá ÍF og legði bóltin út í høgru til Eli, sum streyk avstað í kontraálop. Eli hugdi upp og legði eitt framúr innlegg innfyri og Rodrigo setti pannina á og so varð 1-0 til KÍ. Fyri ÍF hevði Bartal Eliasen eina góða skotroynd úr25 metrum, men Jákup bjargaði við at jústa bóltin út til horna.

Seinni hálvleikur varð ikki gamal so lá bólturin aftur í ÍF málinum. Fríspark úr høgru varð lagt innfyri og ovast var Rógvi í snittaði bóltin í netið. 2-0 og frøðin stór á KÍ fjepparunum. KÍ skrúvaði upp fyri góða fótbóltsspælinum og serliga ti einu ferðina luktaði av sambafótbólti. Rodrigo og Rógvi kombineraðu seg ígjøgnum ÍF verjuna, men Rodrigo var óheppin við avslutningini. Nakað seinni kom innlegg úr høgru og Rógvi setti høvdið á og bólturin sat í kassanum til støðuna 3-0 - hildu øll. Men dómarin bríkslaði fyri rangstøðu. Lagið varð gott á KÍ fjepparunum hesa løtuna. Fríur fótbóltur við nógvum avslutningum. Men næsta alopið hjá ÍF fekk øll at tagnað, tá Frank Poulsen reduseraði til støðuna 2-1. 

Eftir hetta megnaði ÍF at leggja eitt støðugt trýst og álopini skolaðu oman ímóti KÍ málinum. At ÍF ikki skoraði varð ein blanding av einum stórspælandi Jákup Mikkelsen og at áleypararnir hjá ÍF ikki vóru neyðuga neyvir í avgerðandi støðunum. Men í yvirtíðini bragdaði. ÍF fekk eitt kontra álop og Bartal Eliasen, ið varð fluttur upp í álopið, avsluttaði sum ein veruligur áleypari uttan nakran kjans fyri Jákup Mikkelsen. 2-2 og tað bleiv sum í grøvini á Injector Arena.

Petur Mohr gjørdi skjótt av og setti Ova Nysted upp í álopið. Hetta gav úrslit beinavegin. Ein langur bóltur bleiv sendur niðan í ÍF brotsteigin har Ovi varð staddur. ÍF verjuleikararnir royndu sum frægast at berjast við Ova, men úrslitið bleiv at bólturin rakti ÍF verjuleikara í hondina og Dagfinn Olsen bríkslaði fyri brotssparki. Frøðin varð stór á KÍ leikarum og fjepparum. Tað sama kundi ikki sigast um ÍF leikararnar, ið kendu seg snýttar av dóminum. 92 min. mundu verða leiktir. Rodrigo vildi sleppa at skjóta og bað Jákup Mikkelsen bara verða í málinum hóast Jákup hevði gingið eitt fitt petti ímóti brotsteiginum. Rodrigo varð ósvikaliga tryggur og legði bóltin í netmeskarnar til støðuna 3-2. Luftin fór úr ÍF leikarunum og at enda kundi innskifti Kristoffur Jacobsen koyra salt í ÍF sárið til endaligu støðuna 4-2.

Samanlagt má sigast at KÍ hevði eydnuna við sær í dag, men hinvegin stórt rós uppiborðið fyri at trúgva uppá tað til síðsta bríksl. Flott dreingir!

Næsta formulabríksl verður 19. oktober, tá NSÍ kemur á vitjan á Injector Arena

Myndina eigur Kjartan Madsen