03 Oktober 2008
Lagnudystur verður aftur á skránni á Injector Arena sunnudagin 5. oktober

Vit frætta úr KÍ hópinum at ongi leikbann eru til dystin ímóti ÍF og fleiri leikarar eru við at koma fyri seg eftir skaða. Ivamál eru um Rodrigo, Rógva og Kristoffur.
Rodrigo hevur haft ein fiburskaða, sum hevur darvað honum síðstu vikurnar. Rógvi hevur ikki spælt serliga nógv í síðstuni orsakað av skaða í lærkrikanum, men verður væntandi við sunnudagin. Kristoffur hevur haft skaða í baklærinum og ivasamt er um hann gerst klárur til dystin. Joe Zewe er skaddur og er tískil ikki tøkur til dystin
ÍF hevur 27 stig og KÍ hevur 24 stig, so við einum sigri sunnudagin kunnu vit leggja okkum framum ÍF. Hetta tí at KÍ hevur betri málúrtøku enn fuglfirðingar.
Hetta merkir at setningurin er greiður. Ein sigur skal fáast til vega sunnudagin.
Ivaleyst fara nógvir áskoðarar at rópa á okkara dreingir.






