02 Oktober 2008
Fær Jákup Mikkelsen val til komandi landsdystin ímóti Eysturríki verður tað hansara 60. landsdystur fyri Føroyar

Føroyar spæla ímóti Eysturríki hósdagin 11. oktober kl. 16.00 á Tórsvølli.
Jákup Mikkelsen er einasti KÍ leikarin, ið er úttikin hesaferð. Rógvi Jacobsen er skaddur og er tískil ikki tøkur.
Jákup Mikkelsen spældi sín fyrsta A-landsdyst í 1995 og hevur hesa tíðina leikt 59 dystir og latið 137 mál inn.
Tískil kann Jákup halda rundan dag um hann fær afturval sum málverji. Higartil hava bert tríggir leikarar spælt fleiri enn 60 dystir á A-landsliðinum:
Á fyrsta plássinum er Óli Johannesen sum leikti 79 A-landsliðsdystir frá 1992 til 1996. Hann skoraði 1. mál
Á næsta plássinum er Jens Martin Knudsen, sum leikti 65 dystir frá 1988 til 2006. Hann læt 169 mál inn.
Á triðja plássinum er Julian S. Johnson, sum leikti 62 dystir frá 1995 til 2006. Hann skoraði 4. mál
Teir KÍ leikarar, ið hava umboðað føroyska A-landsliðið síðan 1988 eru:
Jákup Mikkelsen, 59 dystir (-137 mál)
Allan Mørkøre, 54 dystir (1 mál)
Rógvi Jacobsen, 51 dystir (10 mál)
Todi A. Jónsson, 45 dystir (9 mál)
Kurt Mørkøre, 37 dystir (3 mál)
Atli Danielsen, 20 dystir
Heðin á Lakjuni, 15 dystir (1 mál)
Hjalgrím Elttør, 13 dystir
Allan Joensen, 8 dystir
Harley Bertholdsen, 5 dystir
John Ryan, 3 dystir
Beinur Poulsen, 1 dyst






