Vit taptu aftur í dag í nógva vindinum á toftum

Image
Rodrigo driblar
 

Dysturin skuldi ongantíð verið bríkslaður í gongd. Sum vanligt varð tað nógvur vindur á svangaskarði í dag og tað er ótrúligt at dómarin ikki útsetti dystin.

Liðið hesuferð: Jákup,Sigmund, Harley,Ovi, Milic, Eli, Heðin, Jan, Allan, Kristoffur (Rodrigo 41.min), Steffan

Óeydnan varð aftur eftir okkum hesuferð. Eitt sjálvmál av Ova í seinna hálvleiki gjørdist munurin á liðunum. Vindurin darvaði fótbóltspælinum so mikið at tað mesta vóru reinar tilfeldigheitir framman málini bæði. Kjansirnir sum komu vóru fyri tað mesta støður í stóðust av vindinum so ella so. 

Leikararnir kempaðu væl í dag og tað varð hugaligt at síggja. Hinvegin taptu vit enn ein dyst. Formliðið B68 fekk fult ímóti okkum.

Heilt nógvir KÍ fjepparar vóru til dystin og tað er fantastiskt at síggja hvussu væl okkara lið verður stuðlað. Ein kann bert ímynda sær hysterí'ið um vit lógu í toppinum. Flott Kí fjepparir

Myndina eigur Álvur Haraldsen