KÍ fekk týdningarmiklan sigur, men nú er at fáa armarnar niður og kempa víðari

Image
Jan skorar avgerðandi málið
 

Hóast fleiri leikarar sótu uttanfyri annaðhvørt við leikbanni ella skaða so fekk KÍ øll trý stigini á Injector Arena í dag. Ongin útlendingur varð við KÍ í dag og seinastu løtuna vóru bert leikarar, ið eru uppaldir í felagnum, á vøllinum. Petur Mohr stillaði liðið 4-4-1-1. Fitt av vindi var í dag.

Liðið hesaferð: Jákup, Sigmund, Jan, Ovi, Harley, Bjarni, Kristoffur, Allan, Eli, Heðin og Steffan. 

Heðin spældi beint aftanfyri Steffan í álopinum, ímeðan Kristoffur varð fluttur út í vinstra borð. Allan og Eli vóru á miðvøllinum. Ovi og Jan í miðverjuni, Harley og Sigmund bakkar. Bjarni í høgru.

KÍ var omaná frá fyrsta brígsli og spældu seg fram at B71 málinum nakrar ferðir uttan tó at gerast serliga vandamiklir. B71 hevði lítið og einki at bjóða uppá. Málið til 1-0 var ein sonn perla. Heðin byrjaði við einum longum rykki eftir miðvøllinum og spælir síðan Kristoffur, ið fintar ein sandoying og leggur so bóltin útfrá aftur til Heðin í hegnisliga rundar ein B71 leikara og smekkar í kassan til stóra frøði fyri teimum mongu og larmandi KÍ fjepparunum. Tá bríksla varð til hálvleik var gott lag á fólki.

Leikararnir vóru ikki meir enn komnir út á vøllin í seinna hálvleiki tá er Kristoffur óheppin og beinir bóltin í egið mál. Sera løgið sjálvmál og Injector Arena gjørdist púra kvirr. KÍ leikararnir fullu tó ikki í fátt, men kempaðu víðari. Hetta gav bonus tá Jan Andreasen skallaði eitt horna í netmeskarnar til støðun 2-1. Rómurin mundi ongan enda fingið. 

Eftir hetta hevði Kristoffur tveir góðar kjansir at leggja KÍ framum 3-1, men fyrru ferðina var yvirleggjarin í vegin og seinnu ferðina bjargaði B71 málverjin meistarlig niðri til vinstru. 

Dómarin legði heilar fimm minuttir afturat og KÍ viðhaldsfólk vórðu sera nervøs síðstu løtuna. Okkara leikarar hildu tó tørn og tryggjaðu harvið 3 stig fleiri á kontoina. Fólk tysjaðu inná vøllin í gleðisrúsi at fagnað KÍ leikarunum, ið afturfyri kvitteraðu við at heilsa fjepparunum við skýlið.

Bláa bylgjan hevði gjørt sítt til at fáa góðan róm kring vøllin við trummum og floytum. Tað sá út til at leikararnir stórtrivust í larmandi kulissuni so ivaleyst fer Bláa bylgjan at halda áfram við góða tiltakinum.

Myndina eigur Norðlýsið