21 September 2008
KÍ lá omaná eftir endaumfarið ið var leikt í Sandavági um vikuskifti

Oldboys hjá KÍ: Símun Gullaksen, Richard Hansen, Jákup Oluf á Lakjuni, Fríðin Ziskason, Janus Ellingsgaard, Stig Elttør, Rúni Heinesen, Kaj Dam og Andreas Josephsen
Í innleiðandi umfarinum møtti KÍ bæði B68 og B71. Kí vann hendan bólkin. Vinnarin av hinum bólkinum varð 07Vestur, og sostatt skuldu KÍ og 07Vestur leika finalu.
Hesin dystur gjørdist ein sannu gysari. KÍ kom á odda 2-0 við málum, ið Fríðin og Janus skoraðu. 07Vestur svaraðu aftur við tveimum málum áðrenn dómarin floytaði fyri teimum 90 minuttunum. Farið varð beinleiðis til brotssparkkapping. Okkara menn gjørdu ikki mætari enn at vinna brotssparkskappingina 4-3.
Tað frættist annars úr hópinum at Símun Gullaksen skoraði tvey sera góð mál í 5-2 sigrinum ímóti B71. Legendariski málverjin Valdemar Nowiski stóð prísgivin í B71 málinum og kundi einki gera.
Oldboys dreingirnir hjá KÍ skriva seg í KÍ søguna, tí hetta er fyrstu ferð, at KÍ vinnur gull í old boys deildini.
Gott kempa dreingir og hjartaliga tillukku við heiðrinum






