21 September 2008
Skaðar og leikbann gera um seg í KÍ hópinum til dystin ímóti B71

Dysturin í dag er tann fyrsti hjá Petur Mohr í Klaksvík á hesum sinni, síðan hann tók við aftur sum venjari hjá fremsta mansliðið felagsins. Í 1991 stóð hann á odda tá meistaraheitið kom í hús, men hesuferð eru treytirnar nakað øðrvísi. KÍ liggur í tungum sjógvi og setningur hansara er at fáa KÍ at yvirliva í bestu deildini.
Tað eru fleiri leikarar, ið ikki verða tøkir til lagnudystin ímóti B71 á Injector Arena sunnudagin. Milic Curcic og Jógvan Isaksen eru baðir leikbannaðir.
Rógvi Jacobsen hevur trupulleikar við lærkrikanum og verður tískil ikki við. Sum skilst er møguliga ætlanin at hava hann á bonkinum. Rodrigo hevur drigist við ein fiburskaða í longri tíð so ivasamt verður um hann spælur við. Joe Zewe verður ikki við orsaka av skað í øklinum. Allan Joensen er eisini ivasamur, men verður helst við. Heðin á Lakjuni hevur haft eygnatrupulleikar, men er komi so mikið fyri seg at hann hevur melda seg kláran.
Maður kemur í mans stað, sigst og ivaleyst verða ungu leikararnir svangir eftir at sleppa at byrja inni kl. 15.00 sunnudagin.
Hjá B71 eru heldur ikki allir mans tøkir. Símun Hansen og Mikkjal Hentze eru leikbannaðir. Málverjin Símun Rógvi Hansen, sum hevur drigist við skaða, verður tó mettur at verða førur fyri at leika við.
Fjepparafelagið skipar fyri upphiting til dystin í Barok frá kl. 13.30. Sportmaster selur eisini troyggjur fyri niðursettan prís.






